Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Politikkur

Havi við undran lisið mongu fráboðanirnar frá valevnum hjá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, ið royna at mála eina dapra mynd av okkara samfelag. Tey siga, at nærum alt er ringt nú, og koma tey til, so verður alt gott. Ja, okkurt skulu tey siga. Men sannleikin er hetta ikki.

Hvør vil aftur til blokkhækking?
Vit minnast jú eisini væl, hvussu hesir somu flokkar fyri stuttum bóðu donsku stjórnina um at hækka blokkin við 200 mió. kr., hvussu teir tømdu Búskapargrunnin, avtóku Landsbankan, fóru undir árliga hækking av blokkinum, og framdu ógvusligar lógarbroytingar uttan veruliga viðgerð. Hetta munnu tað vera fá, ið ynskja sær aftur til.

Sjálvbjargnari nú enn nakrantíð  
Vit hava í veruleikanum ongantíð verið meira sjálvbjargin enn nú. Samfelagsliga. Vinnuliga. Fyrisitingarliga. Búskaparliga.

Tí siga vit, at stundin er komin til, at taka seinastu tøkini. Latið okkum saman fara undir at umskipa ríkisfelagsskapin til ein veruligan felagsskap millum javnbjóðis og sjálvstøðug lond.

Fullveldi er lykilin til fullan altjóða limaskap
Tann dag, tá Føroyar fáa viðurkenning sum sjálvstøðugt land, vilja vit samstundis fáa lykilin til at opna allar tær dyr í altjóða høpi, sum vit í dag ikki sleppa innum.

Ein umskipan frá ríkisfelagsskapinum til ein ríkjafelagsskap millum javnbjóðis lond, vil tryggja okkum fullan limaskap í altjóða samfelagnum.

Harvið fáa vit tá eisini atgongd til alt tað virksemi og allar teir pallar, ið vit ynskja okkum. Sameindu Tjóðir. Olympiska felagsskapin. Norðurlandaráðið. Arktiska Ráðið o.s.fr.

Samstarvið heldur áfram
Tann dag, tá vit hava umskipa til ein ríkjafelagsskap millum javnbjóðis lond, vilja vit eisini í stóran mun kunna halda áfram at samstarva, sum í dag. Hetta um vilji er til tess, frá báðum síðum. Um heilutænastur, útbúgvingar og onnur øki, ið har vit hava fyrimun av samstarvi.

Í dag rinda vit longu fyri allar heilsutænastur, sum føroyingar fáa í Danmark og norðurlondum. Hartil tryggja norðurlendskir sáttmálar samstarv á eini røð av týðandi økjum, eitt nú ókeypis atgongd til útbúgvingar í Norðurlondum, samstarv um sosialar veitingar, og skattligt samstarv. 

Sjálvbjargnisumboð á Fólkating
Støðan til okkara framtíðar ríkisrættarligu støðu, skal sjálvandi fyrst og fremst takast í Føroyum. Men ein umboðan á Fólkatingi, sum vil virka fyri, at flyta Føroyar framá móti einum sjálvbjargnum landi, og javnbjóðis altjóða samstarvi, vil tryggja okkum at vit røkka enn skjótari á mál.

Hesum vilja vit arbeiða fyri – til fyrimuns fyri føroyingar og Føroyar.

Kristina Háfoss
Fólkatingsvalevni fyri Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo