Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Onnur tíðindi

Í gjár andaðist legendariski Formel 1 koyrarin Niki Lauda, 70 ára gamal.

Hetta skriva fleiri útlendskir miðlar í dag.

Eysturríkarin vann heimsmeistaraheitið í Formel 1 tríggjar ferðir: fyri Ferrari í 1975 og 1977 og fyri McLaren í 1984.

Lauda er tann einasti koyrarin í Formel 1 søguni, sum hevur vunnið heimsmeistaraheitið fyri bæði Ferrari og McLaren.

Lauda er kanska mest kendur fyri hendingina í 1976, tá hann kom út fyri einari ógvusligari ólukku á týsku Nürburgring breytini.

Eldin kom í bilin hjá Lauda, eftir at hann hevði rent á við fullari ferð, og fekk hann brandsár um allan kroppin og var í lívsvanda.

Hóast hetta kom Lauda ógvuliga skjótt fyri seg aftur, og árið eftir gjørdist hann so aftur heimsmeistari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo