Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Politikkur

Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini í Tórshavnar kommunu, heldur, at tónleikarar eiga at fáa minstuløn.

- Hetta er neyðugt fyri at fáa lønsemi í at spæla livandi tónleik, sigur hann.

Bogi Andreasen leggur í hesum døgum uppskot fram um at fáa til vega eina pulju av pengum - einar 200-300.000 krónur -, sum skulu brúkast til at geva tónleikarum, sum spæla á pallum í Tórshavnar Kommunu, minstuløn fyri at spæla.

Hoyr innslag, sum Kringvarp Føroya hevði við Boga Andreasen í Vikuskiftissendingini, her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo