Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Av tí at henda samgongan, íð skuldi hava tær ”klokkukláru mannagongdirnar”, nú gongur móti landsins lógum,og ikki leggur íslandssáttmálan fyri Fiskivinnuráðið, sum teir sbr lóg nr. 61 10/5 2000 skulu, fari eg at loyva mær at koma við nøkrum viðmerkingum, til nevnda sáttmála.

Eitt sindur ófrættakent, at FMR hevur bollast allan januar mánaða við at fáa nýggja betri avtalu í lag, kemur við úrslitið, har nýggja avtalan er ein Roll-over, av avtaluni 2017.

Einasta vit fingu burturúr,  vit skvatlaðu burtur 1 mána av ”verðtíðini” 2018.

Hyggja vit at hagtølum frá ”Vørn”, og gera upp í prísum, teir áseta fyri hvørt ár, so síggja vit, at seinastu 5 árini, 2013-2017, hava føroyingar fiskað fyri eitt virðið uppá ca. 628 milliónir í Íslendskum sjógvi.

Somu ár 2013 -2017, hava íslendarar fiskað fyri 1785 milliónir í Føroyskum sjógvi.

Tilsamans 2,4 milliardir, harav føroyingar eiga 24% og íslendarar 76%.

Veit ikki, hvør metir um stabilitetin í samráðingunum, men er ongin varugur við, at hetta er álvarsom slagsíða. So er onkur klappur dottin niðurfyri.

Roknast kann við, at henda slagsíða heldur fram í 2018.

Íslendarar hava sett sær eina svartkjaftakvotu uppá 293.000 tons. 25% skulu fiskast í íslendskum ella altjóða sjógvi. Restin hvar?

Sum granskarar meta um sildina 2018, so verður íslendski parturin í okkara sjógvi, neyvan minni enn 2017.

Eftir lógini um vinnuliga fiskiskap, kunngerðum gjørdar harfrá, var møguligt hjá ísfiska línuskipum, íð t.d. fiskaðu hýsu uppi á vesturlandinum, at tey kundu avreiða til virkir í Íslandi, fyri væl betri prís, enn tey kundu fáa, fyri hesa gomlu hýsu í Føroyum.

Eftir nýggju lógini um ”Sjófeingi”, er hesin møguleiki ikki tilstaðar.

Her fara helst stór samfelagslig virðir fyri bakka.

Myndugleikarnir áttu at kanna málið, og gjørt undantøk.

Hetta vóru nøkur suff, íð ikki kundu gerast á røttum stað, tí Landsstýrið er vorðið so yvirdekomkratiserað, at tað setur alla ráðgeving til viks.

Absalon í Buð
Hvílandi limur í Fiskivinnuráðnum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo