Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Innlendis ítróttur

FSF: Leikaramenningin við gentum, ið Fótbóltssamband Føroya seinastu árini hevur skipað, fer nú at byrja aftur. Fyrstu venjingarnar verða mikudagin 6. apríl.

Venjarar vera Bára Skáale Klakstein, U15-landsliðsvenjari, og Jan Mølvad Laursen, ið hevur ábyrgd av U17-landsliðnum við gentum.

Leikaramenningin verður býtt í tvey økir, norður-/eysturøkið, og mið-/vesturøkið.

Í norður-/eysturøkinum koma leikarar frá KÍ, ÍF, Víkingi, NSÍ, B68, Skála og EB/Streymi at venja. Vant verður á vøllinum í Leirvík mikudagar kl. 17:15, og verður tað Bára Skaale Klakstein, ið verður venjari.

Liðini í mið-/vesturøkinum eru HB, B36, AB, 07 Vestur, MB og B71. Hesar venjingar verða á Tórsvølli hvønn mikudag kl. 17:15. Her verður tað Jan Mølvad Laursen, ið kemur at standa fyri venjingunum.

Í samband við leikaramenningina verður skipað fyri kunnandi fundi í FSF-húsinum í Havn mikudagin 30. mars kl. 18:00.

Allir U14- og U17-venjarar hjá gentum, umframt høvuðsungdómsvenjarar í feløgunum, eru vælkomnir.

Á fundinum verður kunnað um leikaramenningina 2016, og um ymisk viðurskifti í samband við U15- og U17-landsliðini hjá gentum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo