Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Fríggjadagin 15. juni kl. 15 letur Føroya fyrsta leikasavn upp á Býarbókasavninum í Havn. Á Leikasavninum ber til at læna dygdargóðar leikur við líknandi treytum, sum tá tú lænir eina bók.

Nýggja Leikasavnið er partur av Grøna leiðin-átakinum, sum er sett í verk sambært umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, har greið mál eru sett um økta býtisnýtslu.

Ein arbeiðsbólkur hjá kommununi umboðandi Býarbókasavnið, Børn og Ung og Umhvørvisdeildina hevur arbeitt við verkætlanini. Dentur hevur verið lagdur á at keypa inn dygdarleikur, ið lúka ES krøvini til leikur til børn.

Tað er Náttúru- og umhvørvisnevndin hjá Tórshavnar kommunu, sum fíggjar leikasavnið, ið er eitt samstarv millum Býarbókasavnið og Umhvørvisdeildina.

Vónandi fara børn og avvarðandi í Tórshavnar kommunu at taka væl ímóti hesum tilboði.

Skrá fyri upplatingina:

15:00: Turið Horn, forkvinna í Náttúru-og umhvørvisnevndini bjóðar vælkomin
15:00 Leikasavnið er opið fyri almenninginum
15:30 Dánjal á Neystabø undirheldur fyri børnunum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo