Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Bøkur

Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið spældir í Føroyum.

Viðmerkingar eru skrivaðar til leikirnar, og eru greinir skrivaðar um teir, eru tær prentaðar við.

Nú kemur so nítjanda leikritið, ”HØVDINGAR HITTAST”, sum háskúlamaðurin Rasmus Rasmussen (1871-1962) skrivaði í 1910 undir dulnevninum Regin í Líð. Hetta er leikur  í trimum pørtum, prentaður fyrst sum framhaldstilfar í ”Tingakrossi”, kom síðani út í bók í 1928.

Flest øll føroysk børn munnu frá barnsbeini vera lærd, at í Føroyingasøgu er  Sigmundur  hin reinlynti friðarmaðurin, meðan Tróndur í Gøtu er gandakallur og harðrendur heidningur. Í hesum sjónleiki verður onnur mynd givin av tíðini, tá ið kristindómurin varð borin fram fyri føroyingar: Sigmundur er her umboðsmaður fyri útlendskt vald - Tróndur hann, sum verjir føroyskan sið.

Leikurin hevur verið spældur í Gøtu í 1944 og 1945, suðuri í Vági um tíggu ár seinni. Gøtufólk spældu eisini leikin í Klaksvík.

Miðskeiðis í 1950-unum setti ungmannafelagið Virkið á Sandi leikin á pall, og tá vóru heimasandsfólk eisini í sjónleikarhúsinum í Havn við honum. Leikurin var aftur settur á pall á Sandi í 1979. Nøkur ár undan tí høvdu víkarfólk spælt ”Høvdingar hittast”.

Seinast í tríatiárunum varð leikurin týddur til íslendskt og leiktur í íslendska útvarpinum sum ljóðmynd.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.

Leikrit 19 er 103 síður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo