Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

- Nú tú hevur fingið málið um uppsøgnina hjá Liljuni Weihe, skrivi eg til tín fyri at sleppa undan, at tú misskilur málið eins og Mentamálaráðið gjørdi.

- Tí hóast nógv hevur verið at hoyra um hetta málið, er kjarnan í málinum enn ongantíð veruliga viðgjørd.

Tað er inngangurin til drúgvu verjurøðuna hjá føroyska "public watchboffinum" og superego-journalistinum Jan Lamhauge í sambandi við málið um fyrrverandi tíðindaleiðaran Liljan Weihe, sum nú er til viðgerðar hjá fjórða landsstýrismanninum.

- Kjarnan í málinum er henda: 1) at KvF-sjórin yvir longri tíð og móti betri vitan segði skeivar søgur fyri journalistum í KvF um "skattamálið" hjá Eik Banka. 2) Skeivu søgurnar hjá stjóranum góvu journalistum fatanina, at  hansara vinir og kenningar í bankaverðini høvdu rætt til tær 90 milliónirnar úr landskassanum, hóast tað er staðfest, at hetta var ólógligt.

- Hvussu tilætlað hetta var hjá Johnny í Grótinum, kann eg ikki staðfesta. Men realiteturin av hansara handlingum var, at hann dekkaði út yvir ólóglig viðurskiftir. Og tað var gjørt móti betri vitan. Tað er próvfast. Hetta mást tú skilja, skalt tú koma til eina meiningsfulla niðurstøðu í málinum.

Les alla verjurøðuna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo