Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Útlendis ítróttur

Tað er Sky Sports sum í kvøld skrivar at fyrrverandi Everton-leikarin er dømdur til 12 mánaðir treytaða revsing eftir at hann leyp á løgregluna við eini kjøtøks og einum kokkaknívi í september í fjør.

Tann 37 ára gamli fyrrverandi framherjin var ávirkaður av kokain tá iðhann ringdi til løgregluna og segði, at tjóvar høvdu brotið inn í íbúðina hjá sær í Claremont Lane í Surrey. Síðani stongdi hann seg inni á vesinum og vápnaði seg við einum kokkaknívi og eini kjøtøks.

Tá ið løgreglan so kom til íbúðina og bað hann um at lata hurðina upp, leyp hann á løgregluna.

Løgreglan brúkti síðani elektrosjokkvápn fyri at fáa handtikið mannin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo