Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Lesarin skrivar

LGBT skrivar: Síðstu viku hava heili fýra mál, ið hava týdning fyri føroysk tví-, sam- og tvørkynd, verið viðgjørd á Føroya Løgtingi. Niðurstøðan varð, at samkynd nú kunnu ættleiða børn sum bæði gift ella ógift pør, meðan uppskotini um at skipa fyri fólkaatkvøða um hjúnabandslógina eins og lógaruppskotið um at banna mismuni og happing á arbeiðsmarknaðnum vegna m.a. kynsligari sannføring og samleika fullu. Samstundis varð enn einaferð atkvøtt fyri §266b – hesaferð tó sum eitt samt Løgting.

Fólkaatkvøða um hjúnabandslógina fall
Vikan byrjaði við uppskotinum um at skipa fyri fólkaatkvøðu um hvørt samkynd framvegis kunnu sleppa at gifta seg borgarliga í Føroyum. Hetta uppskotið frá Miðflokkinum fall við stórum meiriluta. Hetta fegnast LGBT Føroyar um, tí rørslan metur ikki, at mannarættindi skulu gevast ella frátakast við fólkaatkvøðu, eins og málið um at loyva føroyskum LGBTarum at gifta seg borgarliga longu er avgreitt frá okkara fólkavalda løgtingi.

Síðani hjúnabandslógin varð broytt á sumri í fjør, eru fleiri føroysk samkynd gift borgarliga, meðan onnur eru flutt heim aftur til eitt Føroyar, sum nú viðurkennur teirra hjúnabond. Somuleiðis eru onnur samkynd brúdleyp planløgd í summar. Hesa jaligu broyting fegnast LGBT Føroyar sjálvandi um.

Samkynd pør kunnu ættleiða
Rørslan fyri tví-, sam- og tvørkynd fegnast eisini um, at samgongan umframt Magni Laksafoss, Edmund Joensen og Bárður á Steig Nielsen síðani samtyktu at loyva m.a. samkyndum pørum at ættleiða børn - bæði sum gift og ógift pør.

Henda lógarbroyting er enn ein stórur og týðandi varði á vegnum til at veita føroyskum tví-, sam- og tvørkynd full javnrættindi í Føroyum. Lógarbroytingin gevur samstundis børnum, ið hava tørv á einum nýggjum, tryggum og kerligum heimi, enn fleiri møguleikar at finna eitt slíkt heim í Føroyum.

Samt Løgting samtykkir §266b
Dagin fyri, at Løgtingið fór í summarferiu, viðtók eitt samt løgtingið nýggju umsetingina av Revsilógini. Hesin parturin av Revislógini inniheldur m.a. nógv umtalaða §266b. LGBT Føroyar fegnast um, at í mun til síðstu tríggjar ferðirnar henda paragraffin hevur verið og vent í Løgtinginum, so var tað hesu ferð eitt púra samt Løgting, sum viðtók lógina. Nú á føroyskum, men framvegis við verjuni um “seksuel orientering” í lógartekstinum -  sum nú er umsett til kynsligan samleika  - eins og tað varð samtykt fyri 12 árum síðani.

Lóg um mismun á arbeiðsmarknaðinum fall
Tíverri endaði vikan við, at lógin, sum skuldi banna mismuni og happing á arbeiðsmarknaðinum varð felt av tí, at Framsókn ikki atkvøddi saman við restini av samgonguni fyri lógaruppskotinum. Tað var Sonja J. Jógvansdóttir, uttanflokkakvinna, ið hevði lagt uppskotið fram. 

Hetta harmast LGBT Føroyar almikið um, tí henda lógin hevði verið við til at vart limirnar hjá rørsluni fyri møguligum mismuni og happing á sínum arbeiðsplássi. Hetta gjørdist tíverri ikki soleiðis. Lógin hevði somuleiðis sett bann fyri at gera mismun á fólki á arbeiðsmarknaðinum vegna rasu, átrúnað ella trúgv, politiska áskoðan, kyn, aldur, brek ella tjóðskaparligum, sosialum ella fólkaeyðkenniligum uppruna. Slíkar lógir eru longu galdandi í øllum ES londum og fleiri øðrum londum við.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo