Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

At ein limur í Vinnunevndini skrivar ”at heldur ikki Klakkur fer at hava minni at fiska”, og í somu grein nevnir, at 25% skulu um eina uppboðssølu, ja, tá leypur ketan av hjá mær.

Veruleikin er, at Klakkur hevur 112 fiskidagar í dag við Føroyar, og við at tað telur 3 dagar fyri ein, um ein fiskar á ytri leið, so gevur hetta umleið 200 aktivar fiskidagar um árið, tá fiskað verður á innari og ytri leið ein part av tíðini.

Nú vita vit ikki, hvat  kvoturnar koma at vera í 2019, men um vit nýta fyrra uppskotið sum hevði ásett eina kvotu til 2018, so var parturin hjá Klakki 400 tons av livandi fiski - ella 275 tons av kruvdum og avhøvdaðum fiski.

So tað kann ein og hvør, sum hevur eitt sindur av innliti í fiskiskap síggja, at her er ein stórur niðurskurður í okkara rættindum.

Tað sum eg ikki skilji við hesum uppskotið er, at man velur at brúka søgulig tøl fyri tey seinastu 5 árini við Føroyar, og fyri somu skip velur at nýta felags kvotur á Fl.cap og Eysturgrønlandi. 

Um ein lesur viðmerkingarnar í uppskotinum, so stendur soleiðis á síðu 86:

“§13. Í stk. 2 er ásett, at fyri rættindi, sum hava verið skipað sum felagskvota ella felags fiskidagar uttan fyri føroyskan sjógv, kann landsstýrismaðurin – eins og undir lógini um vinnuligan fiskiskap – skipa fiskiskapin eftir nærri reglum, sum verða ásettar í kunngerð. Heimildirnar at skipa fiskiskapin eru í grein 28 og grein 34 í lógaruppskotinum og eru í høvuðsheitinum tær somu,ið eru í gomlu lógini. Tað vil m.a. siga, at karmarnir og fyritreytirnar fyri at skipa fiskiskap  við felagskvotum, eru teir somu sum frammanundan.”

Hetta vil siga, at teir sum hava verið minni á Føroyagrunninum missa við Føroyar, men fáa tað ikki aftur har, sum teir hava fiskað. Her skal landsstýrismaðurin skipa fiskiskapin sum felagskvotu, eins sum undanfarin ár.

Tá vit keyptu nýggja Klakk, so var tað fyrst og fremst við fjarleiðum fyri eyga, tó vælvitandi um, at tað var ótrygt við kvotu, tá tað varð skipað við felagskvotu og kunngerð á hvørjum árið.

Tó høvdu vit fiskidagar á Føroyagrunninum at brúka, um vit ikki fingu møguleikan á fjarleiðum.

Men nú koma vit framvegis at liva við óvissuni á fjarleiðum, men hava so gott sum einki at fiska á Føroyagrunninum um tað gongur galið á fjarleiðum.

Um fiskiskapurin á Flemmish Cap verur skipaður á sama hátt komandi ár sum í ár, so hava 18 skip møguleikan at fiska av kvotuni.

Í ár nýttu 6 henda møguleika, um øll nýta møguleikan komandi ár, so verður ikki nógv í part.

Tað er heilt burturvið, at skipa fiskiskap sum felagskvotu á summum leiðum, og so við søguligum veiðutølum fyri seinastu 5 árini á summum leiðum fyri somu skip.

Ingolf skrivar nógv um hvat er gjørt undanfarin ár. Tó gloymir hann at nevna, at kvotan fyri Flemmish Cap er ásett fyri 2 vikum síðan til komandi ár.

Har er kvotan lækkað soleiðis:

20% - úr 3.114 tonsum, niður í 2.490 tons.

Harafturat kunnu 7% avsetast til menningarkvotu, ið svarar til 174,3 tons.

Eisini kunnu 25% seljast á uppboði, ið svarar til 579 tons.

Eftir til at fiska av felagskvotu =  1.736,7 tons, ið er = ein minking frá í fjør uppá 1377,3 tons ella 44,2%.

Í Eysturgrønlandi er tað sama galdandi við menningarkvotu og uppboðssølu. Tað er rætt, at vit hava fingið meira av toski at fiska við Ísland, men heildarkvotan er tann sama sum fyri trimum árum síðani - 5.600 tons.

Jú, Ingolf S. Olsen. Klakkur kemur ikki at hava teir somu møguleikar tey komandi árini.

Um tú heldur at hetta er skeivt, sum eg skrivi, so ert tú vælkomin at rættleiða meg.

Hetta uppskotið, sum liggur á borðinum nú, stimbrar ikki undir at gera nýíløgur í fiskivinnuni.

P.S.
Av tí orsøk, at tann eini eigarin av Klakki er raktur av anti-trust reglunum, so eru møguleikarnir skerdir at keypa á eini uppboðssølu.

Klaksvík  01-10-2017
Líggjas Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo