Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Ein beinagrind varð funnin í Kunoynni í gjár.

Beinagrindin varð funnin Norðuri í Skriðudali, tey kalla, av einum manni sum var og skeyt harur.

Politiið fekk fráboðanina, men av tí at tað var í skýmingini, hevur politiið ikki verið á staðnum eftir líkinum fyrr enn í dag.

Vakthavandi á politigarðinum í Havn váttar fyri VP, at líkið, ella beinagrindin, nú er flutt til Havnar, og nú verður roynt at finna útav hvør tað kann vera.

- Vit hava nakrar útlendingar, sum eru saknaðir. Men vit kunnu ikki útiloka, at talan er um ein føroying, sigur vakthavandi á politigarðinum í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo