Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Onnur tíðindi

Í síðsta mánaði fregnaðist VP eftir, hví Liljan Weihe ikki stóð nevnd í starvsfólkayvirlitinum hjá KVF, men tað ger hon so nú.

Og hon er nevnd undir tí bólkinum sum nevnist Fyrisiting og nýggja starvsheitið hjá henni er: leiðari fyri fakligari stuðulsfunktión.

Sambært Portal.fo, so er hetta sama akademiska starvið, sum fyrrverandi kringvarpsstjórin, Johnny í Grótinum, vildi flyta Liljan Weihe í. 

Advokaturin hjá Liljan Weihe, Sigmund Poulsen sigur við Portal.fo, at hesaferð er starvið bjóðað Liljan Weihe við nakað minni í løn.

- Um Liljan ikki tekur av tilboðnum um nýggja starvið, verður hon loyst úr starvi hjá Kringvarpinum, sigur advokaturin. 

Liljan Weihe og advokaturin hava fjúrtan dagar at taka støðu til nýggja ætlanarskrivið um uppsøgn, sambært Portal.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo