Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

VP spurdi í dag Kringvarpið, um Liljan Weihe enn stendur á lønarlistanum hjá Kringvarpinum, og  fyrisitingarleiðarin í Kringvarpinum, Jákupa Mikkelsen, hevur svarað spurninginum.

- Í teldubrævi í dag hevur tú biðið um innlit í, um Liljan Weihe enn fær løn frá Kringvarpi Føroya.

- Liljan Weihe fekk handað avgerð um uppsøgn tann 28. september 2018. Sambært avgerðini var uppsagnarfreistin ásett at vera 5 mánaðir, og Liljan Weihe hevur fingið mánaðarløn til og við februar 2019, umframt frítíðarløn sambært sáttmála og frítíðarlóg, svarar fyrisitingarleiðarin. 

Einasta vónin hjá fyrrverandi tíðindaleiðaranum er tí, at Poul Michelsen, landsstýrismaður, bjargar henni, nú málið um Liljan Weihe verður viðgjørt av fjórða landsstýrismanninum.

Kringvarpslógin sigur annars, at Kringvarpið er óheft av politisku skipanini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo