Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Onnur tíðindi

Trygdarráðið í ST fer í morgin at halda fund eftir at USA hevur góðkent Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels, skrivar AFP.

Tað upplýsur formansskapurin í ráðnum, Japan, seint í gjárkvøldið.

Fundurin byrjar klokkan tíggju amerikanska tíð - klokkan 15 føroyska tíð - fríggjadagin.

Átta av teimum 15 limalondunum - Frakland, Bolivia, Egyptaland, Italia, Senegal, Svøríki, Stórabretland og Uruguay - hava biðið um fundin skjótast gjørligt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo