Meira pappír - minni álit
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Sjey parlamentslimir í Labour-flokkinum í Stórabretlandi hava tikið seg úr flokkinum. Tí boðaðu teir frá á einum tíðindafundi fyrrapartin.

Parlamentslimirnir eru misnøgdir við Brexit-stratesjiina, og halda at flokkurin átti at trýst á fyri at fáa eina fólkaatkvøðu.

Limirnir eru eisini misnøgdir við hvussu flokkurin hevur viðgjørt ákærurnar um antisemittismu í flokkinum.

Labour-leiðarin Jeremy Corbyn sigur sambært Sky News á Twitter at hann er skuffaður um avgerðina hjá parlamentslimunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo