Gert tú pening til gud, fer hann at plága teg sum fjandin
- Henry Fielding
Innlendis ítróttur

Trongisvágur, Løgmanssteypið 2. umfar: TB vann í kvøld 2-1 á heimavølli ímóti arvafíggindunum úr FC Suðuroy.

Hóast TB er í Betri deildini og FC Suðuroy í 2. deild, so var talan ikki um, at heimaliðið rann útiliðið um koll.

TB var tað betra liðið og hevði teir størru málmøguleikarnar, men hevði ilt við at avgera dystin.

Yvirhøvur ber til at at siga, at TB hevði tað trupult við at vera í tí skapandi leiklutinum, meðan FC Suðuroy var sera væl organiserað í tí defensiva partinum. Hetta síðsta eigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá FC Suðuroy, stórt rós fyri.

Tað er heldur ikki av leið at føra fram, at ein fyrr hevur sæð harðligari grannauppgerðir ímillum tvøramenn og sunnanmenn. Onkur av áskoðarunum vildi vera við eftir dystin, at viðkomandi ikki hevði sæð ein linligari dyst ímillum hesi bæði liðini.

Besta málið í dystinum átti Dávid Lisberg hjá FC Suðuroy, sum við einum frálíkum fluktara minkaði um munin til 2-1 í 66. minutti.

Hóast sunnanmenn eftir hetta høvdu á leið 25 minuttir til at koma upp á javnt, megnaðu teir aldrin av álvara at hótta tvørámenn, sum við sigrinum í kvøld hava leikt seg í fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið.

Sunnudagin skal TB aftur í eldin, tá Føroyameistararnir úr HB koma á vitjan í Trongisvági. Tá sleppur TB helst aftur at spæla tann verjukenda kontrafótbóltin, sum uttan iva passar betur til leikararnar á liðnum.

TB-FC Suðuroy 2-1 (1-0)
1-0: Dánjal Godtfred, 9
2-0: Nikolei Johannesen, 64
2-1: Dávid Lisberg, 66

Liðini, sum hava leikt seg í 1/4 finalurnar, eru: HB, B36, Víkingur, KÍ, B71, B68, Skála og TB

Úrslitini í dag í 2. umfari:
Royn-B68 0-4
Skála-AB 1-0
TB-FC Suðuroy 2-1
Undrið-KÍ 1-13
B71-ÍF 1-0
EB/Streymur-Víkingur 2-6
HB-NSÍ 2-1
B36-07 Vestur 4-0

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo