Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Eftir 35 leiktar minuttir var støðan 2-0 til Real Sociedad móti Barcelona. Tá ið dysturin var liðugur vísti máltalvan 4–2 til Barcelona.

Við sínum máli til 4-2 í dystinum í kvøld móti Real Sociedad tók Lionel Messi metið frá týska bumbaranum Gerd Müller.

Argentinarin hevur nú skorað 366 ligamál, sum eru fleiri mál enn Gerd Müller gjørdi sína tíð í Bundesligaini. Hetta er met fyri tær fimm stóru ligairnar í Europa: Spania, Týskland, Italia, Frakland og Ongland.

Müller leikti við Bayern München frá 1964 til 1979 og var kallaður 'Der Bomber'.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo