Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Krutl

Undir herrópinum "Stuðli okkum við at hjálpa - og tú gert kvetti" fer Lions nú at selja íslendsk veðrakrov.

- Fyri at styrkja undir okkara hjápararbeiði hava vit skaffa okkum væl umtóktu íslendsku veðrakropparnar til at selja, siga tey hjá Lions í tíðindaskrivi. Tey fara at selja við Effo støðina í Leirvík og kostnarðurin er 42 krónur fyri kilo.

Við VP sigur Tummas Lervig frá Lions, at avlopið av søluni er ikki markað til nakað ávíst endamál.

- Tað verður brúkt har tørvur er til vælgerandi og stuðlandi hjálp, sigur hann og leggur afturat, at Lions annars eisini skipar fyri tulipansølu, suppusølu á G og so selja tey eisini ein árskalendara, alt fyri at fáa inntøkur til vælgerandi arbeiði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo