Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Listafólkasamband Føroya fegnast um, at Sambandsflokkurin hevur skotið upp, at øll listafakini skulu hava eina undirvísingarskipan, eins og tann hjá musikskúlanum.

At tryggja høga fakliga undirvísing innan list til børn og ung, eigur at vera ein sjálvfylgja í føroyska samfelagnum; at børn og ung fáa vitan og menna síni evni innan list, samstundis sum at listin kann bjóða nýggjar og annarleiðis vinklar á ymisk viðurskifti í samfelagnum annars.

Við eini listaskúlaskipan verður tryggjað, at børn og ung fáa undirvísing í teimum ymisku listafakunum, samstundis kann ein slík skipan tryggja yrkislistafólkum størv innan undirvísing í list á sama hátt sum í musikskúlaskipanini.

Føst størv til fólk við høgari listafakligari útbúgving ella samsvarandi royndum eru annars so at siga ikki til í Føroyum. Tað er tí serstakliga ótrygt og krevjandi at liva av sínum listafakligu førleikum í Føroyum. Hetta kann listaskúlaskipanin broyta uppá.

At har er skúling frá barnsbeini hevur við sær, at fleiri mennast upp á eitt stig, tey hava fortreytir/”talent” til at koma upp á.

Musikskúlaskipanin hevur eina miðnámsskipan, hetta merkjur at tey ungu kunna fyrireika seg her í Føroyum til upptøkuroyndir á konservatoriunum uttanlands. Hetta eigur ein skipan fyri hini listafakini eisini at hava.

Musikmiðnám hevur tað jaliga árin, at tey ungu verða longri í Føroyum, áðrenn tey fara víðari at úbúgva seg. Av tí at tey ungu, sum eru í musikskúlaskipanini, eru í Føroyum til tey eru eldri, knýta tey sterk bond til føroyska tónleikaraumhvørvið og røturnar festa seg djúpari í heimlandinum.

Møguleiki fyri føstum starvi og djúpari samband við listaumhvørvi í Føroyum fer helst at hava við sær, at fleiri føroysk listafólk fara at venda heim aftur eftir lokna útbúgving í útlondum.

Føroyska samfelagið fær soleiðis ágoðan av teimum listafakligt sterkt mentu, sum spruttu og nørdust her.

Tað kann bert verða føroyska samfelagnum, føroysku listini og føroysku listafólkunum at gagni at gera eina undirvísingarskipan fyri øll listaøkini, soleiðis sum uppskotið hjá Sambandsflokkinum leggur upp til.

Listafólkasamband Føroya gleðist og tekur undir við uppskotinum, og fer at heita á Løgtingið um at samtykkja uppskotið.

Tórshavn, 9. mars 2018
Listafólkasamband Føroya
Marita S. Dalsgaard, forfólk
Hansina Iversen, næstforfólk
Jóhan Martin Christiansen, starvsnevndarlimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo