Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Vinna

Fyritøkan í Vestmanna sum framleiðir pakkitilfar hevði eitt gott ár í fjør.

10 milliónir krónur lógu eftir á botnlinjuni tá hvør hevði fingið sítt, millum annað eisini landið, sum fór við stívliga 2 mió kr í skatti.

Árið var ikki eins gott sum tað frammanundan, tá ársúrslitið var góðar 13 mió kr. Men 2017 var eisini eitt óvanliga gott ár, sum leiðslan vísir á í frágreiðingini. Verður sæð burtur frá hesum serliga góða árinum, so var árið í fjør munin betri enn eitt vanligt ár, har miðal í 15 ár (2018 íroknað) hevur verið 4,7 mió kr.

Útreiðslur til lønir vuksu við eini góðari millión og var stívliga 12 mió kr í fjør. Fíggjarstøðan javnvigaði við 56,6 mió kr og eginognin var við árslok í fjør 27,5 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo