Eg ræðist sengur. Fleiri fólk doyggja í teimum enn nakra aðrastaðni
- W. C. Fields
Vinna

LÍV: Við støði í jaligu tilgongdini av viðskiftafólkum, hevur nevnd felagsins lækkað umsitingarkostnaðin á bæði eftirlønaruppsparing og á samlagstrygging í 2018.

Við hesum lækkingum, fáa viðskiftafólk samtaksins eina afturbering uppá íalt 1,782 mió. kr. Henda afturbering verður løgd afturat eftirlønaruppsparingini.

“Vit fegnast um, at LÍV kann lækka kostnaðin annað árið á rað, og kemur tað kundum okkara til góðar. Sum felag hevur tað alstóran týdning, at vit framhaldandi veita kundum okkara eina góða tænastu til kappingarførar prísir” sigur Jan Jakobsen, stjóri.

Eisini hevur felagið lækkað váðisgjaldið fyri ávísar tryggingar í 2018. Váðisgjaldið er gjaldið, sum kundin rindar fyri tryggingina. Gjaldið er lækkað við 40%, og er hetta serliga grundað á lækkandi útgjøld fyri hesar tryggingar. Felagið hevur afturgoldið 4,7 mió. kr. til teir kundar, sum hava valt hesar tryggingar.

Afturberingin er somuleiðis tilskrivað eftirlønaruppsparingini.

Afturborið bonus til samlagstryggingar varð í 2018 uppá 27,3 mió kr. sum eisini kemur kundunum til góðar, tí kostnaðurin fyri hesar tryggingar lækkar tilsvarandi.

Ársfrásøgnin í stuttum
Bruttoinngjøldini vóru 291,2 mió. kr. samanborið við 286 mió. kr. í 2017. Hækkingin stavar frá bæði øktum inngjaldi til eftirlønir og tryggingar.

Útslitið av íløguvirkseminum gjørdist eitt samlað tap uppá 39,96 mió. kr. Hetta svarar í miðal til eitt avkast uppá -1,6%. Tað er ongantíð gott at hava eitt negativt avkast, men í mun til marknaðargongdina á fíggjarmarknaðinum er talan um eitt avmarkað tap. Høvuðsorsøkin til avmarkaða tapið eru tær íløgur felagið hevur gjørt á føroyska fíggjarmarknaðinum. Eisini góvu stats- og realkredittlánsbrøv eitt positivt avkast.

Útgjaldið vaks við 14,5 mió. kr. samanborið við 2017. Íalt bleiv útgoldið 93 mió.kr. Talan er m.a. um útgjøld í sambandi við tryggingar og í sambandi við at alt fleiri náa eftirlønaraldur.

P/F LÍV Holding
Úrslitið hjá móðurfelagnum gjørdist eitt yvirskot fyri skatt uppá 11,8 mió. kr. samanborið við 7,8 mió. kr. í 2017. Hetta verður mett nøktandi.

Eginognin hjá samtakinum øktist úr 136,6 mió. kr. uppá 140,6 mió. kr. í 2018. Móðurfelagið hevur eitt kapitalkrav uppá 10,9 mió. kr. í mun til eitt grundarfæfeingi uppá 128,7 mió. kr.

Nevndin mælir aðalfundinum til at útgjalda umleið 3,9 mió. kr. í vinningsbýti.

P/F Tryggingarfelagið LÍV
Úrslitið hjá P/F Tryggingarfelagnum LÍV gjørdist 10,4 mió. kr. fyri skatt. Eginognin var við árslok 2018 komin uppá 100,3 mió. kr.

Samlaða uppsparingin er nú komin uppum 2,5 mia. kr.

Nevndin mælir aðalfundinum til at útluta uml. 2,8 mió. kr. í vinningsbýti.

P/F LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelag
Felagið umsitur tær avtalur, sum eru umfataðar av landskassaveðhaldinum. Felagið er ikki partur av P/F LÍV Holding samtakinum.

Felagið steðgaði at gera nýggjar avtalur 31. desember 1999. Tí er inngjaldið fallandi og er felagið undir avvikling.

Felagið hevði eitt inngjald uppá 41 mió. kr. í 2018 samanborið við 42,2 mió. kr. í 2017.

Rakstrarkostnaðurin lækkaði frá 7,3 mió. kr. í 2017 niður á 5,8 mió. kr. í 2018.

Íløguvirksemið hjá samtakinum gav eitt yvirskot uppá 7,4 mió. kr. Í mun til marknaðargongdina á fíggjarmarknaðinum er talan um eitt gott úrslit. Høvuðsorsøkin til, at felagið megnaði at fáa eitt positivt úrslit av íløguvirkseminum, eru tær íløgur felagið hevur gjørt á føroyska fíggjarmarknaðinum.

Úrslitið hjá felagnum gjørdist eitt hall uppá 54 mió. kr. samanborið við eitt hall uppá 14. mió. kr. í 2017.

Aðalfundurin hjá samtakinum verður 29. apríl kl. 13:00

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo