Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Hetta var fyrsti dystur millum Liverpool og Manchester United í eini europeiskar kapping, og tað gjørdist til Liverpool móti De Gea.

Stóð málverjin hjá Manchester United ikki so stinnur, sum hann gjørdi, so hevði sigurin hjá Liverpool verið 5-0.

Men De Gea minkaði hann til ein 2-0 sigur til Liverpool.

Fyrra málið var eitt brotsspark og seinna málið komst av einum klossutum verjuspæli hjá Carrig. Tað var helst eitt gult kort til Rashford, sum fekk van Gaal at skifta hann út við Carrig, men eftir spælinum at døma, átti Memphis heldur at verið tikin út.

Um eina viku hittast liðini bæði aftur á Old Trafford.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo