Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Innlendis ítróttur

Liverpool hevur aftur lagt seg á 1. plássið í Premier League.

Hetta er greitt, eftir at liðið vann 2-0 á heimavølli ímóti Chelsea við málum frá Sadio Mane (51) og Mohamed Salah (53).

Liverpool hevur nú 85 stig á 1. plássinum, meðan Manchester City hevur 83 stig á 2. plássinum.

City hevur tó leikt ein dyst færri enn Liverpool og kann tí enn sjálvt avgera oddastríðið til sín fyrimun.

City hevur fimm dystir eftir, harav eru tveir teirra ímóti Tottenham Hotspur og Manchester United, meðan Liverpool hevur fýra dystir eftir.

City hevur hesi liðini eftir: Tottenham Hotspur (heimavølli), Manchester United (útivølli), Burnley (útivølli), Leicester City (heimavølli) og Brighton (útivølli).

Meðan Liverpool hevur hesi liðini eftir: Cardiff (útivølli), Huddersfield (heimavølli), Newcastle (útivølli) og Wolverhampton (heimavølli).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo