List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Liverpool vann í dag 2-1 á útivølli ímóti Burnley. 

Sigursmálið kom í 94. minutti, tá Ragnar Klavan stútaði bóltin í kassan, eftir at Burnley hevði javnað til 1-1 í 87. minutti við máli frá Johan Berg Gudmundsson.

1-0 málið hjá Liverpool skjeyt Sadio Mane í 61. minutti.

Liverpool er við sigrinum í dag komið uppá 44 stig, sum er sama stigatal sum Manchester United á 3. plássinum.

United spælir kl 17.30 í kvøld á útivølli ímóti Everton.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo