Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Útlendis ítróttur

Daniel Sturridge skoraði eitt dreymamál, og Liverpool átti nógv spæl í fyrra hálvleiki av Europa League-finaluni, men so vaknaði Sevilla og spældi seg til eitt meistaradskap í kappingini triðju ferð á rað.

Sevilla hevði ikki skapt ein einasta møguleika tí ið liðini fóru av vøllinum í hálvleikinum, men eftir tað eksploderaði Sevilla.

Fyrest javnaði Kevin Gameiro bara sekund inn í seinna hálvleik, og so tók liðskiparin vyir, Coke, og skoraði sítt fyrsta mál í ársins kapping, og seks minuttir seinni var tað aftur Coke sum skoraði til 3-1 og endaliga úrslitið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo