Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Útlendis ítróttur

Vanliga er málið skjót úrslit, tá ið ein nýggjur venjari verður settur í Premier League, men soleiðis er ikki í Liverpool, sum júst hevur sett fyrrverandi Borussia Dortmund-venjaran Jürgen Klopp.

Týskarin sigur, at tað ikki eru ásett nøkur mál um úrslit í fyrstu sesongini, men at málið er fyrst og fremst at skapa eitt fótbóltsbrand í Liverpool.

- Eg tosaði við fólkini í felagnum. Málið í hesi sesongini er einfalt at spæla fótbólt við einum kendum brandi, sigur Klopp í eini samrøðu við Bild, sum danska TV2 endurgevur.



Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo