Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Útlendis ítróttur

Seinna Champions League hálvfinalan ímillum Liverpool og FC Barcelona stendur á skránni í kvøld.

Dysturin verður leiktur á Anfield í Liverpool, og byrjar hann kl. 20.

FC Barcelona vann fyrra dystin ímillum liðini bæði 3-0 við tveimum málum frá Lionel Messi og einum frá Luis Suarez.

Harvið má sigast, at útgansstøðið hjá Liverpool til dystin í kvøld er heldur dapurt, serliga havandi í huga at Liverpool hevði ein sera truplan útidyst leygarkvøldið ímóti Newcastle United, meðan FC Barcelona, sum longu hevur tryggjað sær spanska meistaraheitið, spældi við einum eykaliði ímóti Celta Vigo í vikuskiftinum. 

Tað er tó sæð fyrr, at Liverpool er komið afturíaftur eftir at hava verið aftanfyri við trimum málum.

Í hinari hálvfinaluni bresta Ajax Amsterdam og Tottenham Hotspur saman. Tann dysturin verður leiktur í annaðkvøld kl. 20.

Ajax vann fyrra dystin í London fyri einari viku síðan 1-0.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo