Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Útlendis ítróttur

UEFA hevur fingið øði í Liverpool-stuðlarnar, eftir at tað gjørdist greitt, at felagið bert fær 10 236 atgongumerki til finaluna í Europaligaini móti Sevilla.

Og bert helvtin av hesum verða sett til sølu.

Orsøkin er at áskoðatratalið á St. Jakob Park verður 35 000 undir finaluni tann 18. mai.

Norski miðilin Aftenposten skrivar, at eftir semifinalesigurin móti Villarreal segði venjarin Jürgen Klopp at hann helt einir 100 000 Liverpool-stuðlar fóru til sveisiska býin, og hann heitti á stuðlarnar um at fara.

- Hetta er ein vakur býur, segði týskarin, sum eisini kundi upplýsa, at hann ikki lá so langt frá hansara heimstaði.

Men nú heitir felagið um tað beint øvuta. Ert tú millum tey hepnu sum hevur eitt atgongumerki, so skalt tú ikki fara Basel.

- Eftir fund við UEFA og lokalu nevndina í Basel fríggjadagin, vil Liverpool FC ráða sínum stuðlum til ikki at fara til Basel uttan eitt offisielt atgongumerki, skrivar felagið á síni netsíðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo