Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Útlendis ítróttur

Liverpool vann í kvøld einki minni enn 7-0 á heimavølli ímóti russiska Spartak Moskva.

Málskjúttar hjá Liverpool í dystinum í kvøld vóru Philippe Coutinho (3), Sadio Mané (2), Roberto Firmino og Mohamed Salah. Støðan í hálvleikinum var 3-0.

Hin dysturin í bólki E ímillum Maribor og Sevilla endaði við javnleiki 1-1.

Harvið gjørdist endaliga støðan í bólki E tann, at Liverpool gjørdist nr. 1 við 12 stigum, Sevilla gjørdist nr. 2 við 9 stigum, Spartak Moskva, sum hevði alt at spæla fyri undan dystinum í kvøld, gjørdist nr. 3 við 6 stigum, meðan Maribor endaði aftast í bólkinum við 3 stigum.

Sostatt eru tað Liverpool og Sevilla, sum koma víðari úr bólki E í ársins útgávu av Champions League.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo