Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Hagstovan: Roknað frá lívsbyrjan er livialdurin hjá konufólki í Føroyum nú í miðal 84,7 ár og hjá mannfólki 80,5 ár. Sostatt kann ein kvinna í miðal vænta at liva gott 4 ár longri enn ein maður.

Bæði hjá kvinnum og monnum er livialdurin longdur munandi tey síðstu nógvu árini.

Samanbera vit við støðuna í 1985/86, t.v.s. fyri meir enn tríati árum síðani, so er miðal livialdurin hjá kvinnum nú longdur við 5,9 árum og hjá monnum við 8,7 árum. Munurin millum kvinnur og menn í livialdri, sum tá var 7 ár, er í hesum tíðarskeiði minkaður niður í 4,2 ár.

Stórur munur í livialdri millum heimsins lond
Um vit samanbera livialdurin í Føroyum við livialdurin í øðrum heimsins londum, so liggja okkara mannfólk og konufólk ovarliga, serliga konufólkini.

Á myndini niðanfyri sæst miðal livialdurin í 100 av heimsins londum, smb. heimsheilsustovninum WHO. Har eru londini sett upp í raðfylgju frá stytsta til longsta livialdur, roknað fyri bæði kyn.

Hjá mannfólki er longsti livialdurin í Sveits, Japan og Australia við 81,2 – 81,0 árum. So koma Ísland, Kanada og Singapor við 80,9 – 80,8 árum. Síðani Noreg, Svøríki, Føroyar, Italia og New Zealand við 80,6 – 80,5 árum. Danmark kemur á 20. plássi við 79,3 árum.

Stytsti livialdurin hjá mannfólki er í afrikanskum londum sum Sierra Leone, Somalia, og Nigeria við 53-55 árum. Yvirhøvur er stytsti livialdurin í Afrika, men har er munurin ógviliga stórur millum londini, har hann er longstur í Algeria við 75,4 og Tunis við 74,1 árum.

Stytsti livialdurin hjá mannfólki í Europa er í Russlandi við 66,4, næstan 2 ár styttri enn í Norðurkorea.

Hjá konufólki er longsti livialdurin í Japan við 87,1 árum. Síðani í Fraklandi, Spania, Suðurkorea og Sveits við oman fyri 85 árum. Føroysku konufólkini eru á 9. plássið við 84,7 árum, tey íslendsku á 18. plássi við 83,9 árum og tey donsku á 24. plássi við 83,2 árum.

Eisini hjá konufólki er nógv stytsti livialdurin í afrikanskum londum, serliga Sierra Leone, Nigeria og Somalia við 54-57 árum. Eisini hjá konufólki er ógviliga stórur munur í livialdri millum londini í Afrika, har hann er longstur í Tunis við 78,1 ári.

Á myndini niðanfyri sæst væntaði miðal livialdurin frá lívsbyrjan í ymsum heimspørtum. Hesir 6 heimspartarnir eru í trimum flokkum. Afrika er fyri seg við tí stytsta livialdrinum við knappliga 60 árum hjá mannfólki og 63 hjá konufólki.

Síðan eru Asia og Miðeystur rættiliga lík við umleið 71 árum hjá konufólki og 68 árum hjá mannfólki.

Í hinum trimum heimspørtunum, Kyrrahavsøkið (harí eisini eru Australia og New Zealand), Amerika (Norður-, Mið- og Suðuramerika) og Europa er livialdurin á leið tann sami, hægstur hjá konufólki í Europa við 80,8 árum og lægstur hjá mannfólki í Amerika við 73,8 árum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo