Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

At liva av róma og rómakøkum, onkur lækni vil vera við, at rokningin kemur  fyri hin einstaka í t.d. diabetis, fiti o.s.fr. og í mongum førum endar hon í lands- ella ríkiskassanum.  Eisini kennist undirhald gott, at fegnast, í løtum  hava kensluna av vælveru, alt meðan arbeitt verður fyri at fólkið skal hava færri arbeiðstímar og meiri frítíð, sum kemur væl við hjá summum, meðan onnur ikki vita, hvat tey skulu brúka hana til.

Tónleikur, list av øllum handa slagi, høvundar og yrkjarar sum økjast í tali, og bróta teir mørk, ja, so eru teir spennandi, verða “interviewaðir”, fáa prísir, nýggir íverksetarar, sum helst hava fingið neyðugan stuðul úr ymiskum grunnum landsins eru áhugaverdir og fáa pláss í m.a. GMF.

Alt hetta tykist hoyra heima í framkomnum samfelagi, fer at taka til, tí listafólk í mest víðfevnda týdningi fara at økjast í tali og vónandi í góðsku.

Møguliga – nei ikki møguliga – eg eri um ikki gamal so aldrandi og havi kanska tí ein eitt sindur appartaðan hugburð sammettan við GMF!

Men, lívið hevur havt, hevur og fer at hava veruleikan í debet og kredit og onkustaðni liggur grundarlagið undir øllum kapitalinum og tilfeinginum sum ger, at alt omanfyri hevur møguleikar til at menna seg.

Tí kundi eg hugsa mær at sett spurningin, um ikki GMF kundi brúkt eitt sindur meiri av tíð, hugflogi og “list” fyri at lirka  t.d. fiskivinnuna á sjógvi og landi, sum gevur 95% av okkara útflutningi og er gundarlagið undir øllum tí, sum nevnt er omanfyri, eitt lítið vet meiri positivt inn um dyrnar. Givið hesi vinnuni í øllum litríkum spæli eitt hollari innivist í Góðan morgun Føroyar.

So hevði lívsins veruleiki í debet og kredit fingið eina spennandi og mennandi listauppliving.

Hetta er bara ein einfaldur spurningur frá einum í frælsum umhvørvi, nú alt sum eitur “gjøgnumskygni” og “opinleiki”, eru dagsins mál, frá einum eldri borgara.

– Eg havi varðhugin av, at unga ættarliðið er ikki tann mest tryggi og dyggi lurtarin eftir GMF, tí nú er hann í skúla og – sum rætt er – brynjar seg út til vónandi langa og upplivingaríka lívið. Hinvegin ivist eg ikki í, at mong eldri og veik stytta sær stundir við GMF.

Klaksvík, á Gaðravegi 40,  í besta summarveðri – 7. juni 2016

Við bestu og blíðastu kvøðum
Jógvan við Keldu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo