Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Vinna

Starvsmannafelagið: Góð og dagførd hagtøl og upplýsing eru ein týðandi fortreyt, um vit skulu kenna korini hjá føroyskum løntakarum. Skulu vit betra um arbeiðs- og lønarkor, mugu vit vita, hvussu støðan hjá løntatarunum í veruleikanum er.

Fakfeløgini og arbeiðsgevararnir eiga at standa fyri einum parti av hesum arbeiðinum. Men tað almenna og politiska skipanin hava ein týðandi leiklut.

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru farnir undir eitt útgreiningararbeiði um løn og arbeiðstíð, eins og ætlanir eru um at gera ein leist til eina felags almenna lønarskipan. Tað er gott, men harafturat er avgerandi neyðugt, at serliga Hagstovan í samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum áhaldandi savnar lyklahagtøl um arbeiðsmarknaðin og ger reguligar livikorskanningar, sum lýsa viðurskiftini hjá føroyskum løntakarum.

Starvsmannafelagið heldur, at politiska skipanin skal raðfesta og játta pening til at útvega og almannakunngera haldgóða og dagførda upplýsing um arbeiðsmarknað og lívskor hjá arbeiðstakarunum.

Tey 6 kjarnumálini hjá Starvsmannafelagnum í 2019 eru:

1: Stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar

2: Tryggja, at viðurskiftini hjá starvsfólki í tíðaravmarkaðum størvum verða betri vard

3: Tryggja, at viðurskiftini hjá starvsfólki í niðursettari tíð verða betri vard

4: Fáa greiðari mørk millum arbeiðslív og frítíð

5: Hægri politiska raðfesting av førleikamenning og vaksnamannaútbúgving

6: Livikorskanningar, ið varpa ljós á støðuna hjá føroyska løntakaranumn

Lesið meira um kjarnaumálini á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum. Her ber eisini til at síggja, hvørja støðu politisku flokkarnir hava til málini. Hygg undir Tema, www.starvsmannafelag.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo