Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Í fleiri enn 35 ár hava eg og míni javnan gjørt okkum ørindi niðan á Bøllureyn oman fyri Havnina stjørnuklár kvøld ella nætur. Hvønn vetur hava verið nakrir slíkir túrar á skránni.

Endmálið hevur verið at eygleiða stjørnuhimmalin, norðlýsið ella kanska onkra halastjørnu.

Vit hava havt einastandandi upplivingar í tí sambandi. Og vit eru ikki tey einastu, sum hava tikið av hesum møguleikanum, tað hava vit so mangan sæð hesi árini.

Ynskiligt hevði verið, at enn fleri untu sær slíkar einastandandi upplivingar.

Staðið, sum er serstakt til endamálið, er stutt oman fyri Havnina, høgligt at koma til, og har er myrkt.

Einasta ljósið, sum órógvar, eru lyktirnar frá onkrum bili, sum fer um Velbastaðháls og so frá teimum bilunum, sum nú og tá fara eftir oyggj. Har er eisini ein høg mastur, sum er ein fongur at hava í forgrundini, tá ið ræður um at taka myndir av stjørnuhválvinum.

Hetta var støðan til fyri stuttum. Tá setti SEV upp 13 vindmyllur í Húsahaga beint eystanfyri. Alt gott um vindmyllurnar, men tær eru merktar við reyðum ljósum, sum eg mangan havi bannað langt burtur, tí tey hava gjørt tað truplari at taka astromyndir á staðnum.

Nú er SEV so farið eitt stig víðari. Teir hava, sum teir siga, ljóssett nakrar vindmyllur, fyribils sum eina roynd, fyri at skapa eitt serstakt huglag.

Ljóskastarar varpa ljós á myllurnar í ymsum litum.

Tað fór mær kalt niður eftir bakinum at hoyra arkitektin í útvarpinum siga, at ætlanin var at seta 26 ljóskastarar upp við myllurnar.

SEV hevur verið fyrimyndarligt at hampa eftir sær, har teir hava sett myllur upp, men hetta við ljóskastarum er ein misskiljing.

Við hesum seinasta stiginum hava tit endaliga spilt hetta einastandandi eygleiðingarstaðið – har møguligt er at uppliva eitt fantastiskt astronomiskt huglag stjørnuklár kvøld - beint við Havnina.

Eitt huglag sum SEV, við sínum elektriska ljósi, á ongan hátt kann kappast við. Ei heldur arkitekturin.

Eg velji at halda, at hetta er gjørt vegna vantandi vitan og fari tí staðiliga at heita á tykkum um at taka hasi litaðu ljósini burtur aftur sum skjótast.

Nógvastaðni í heiminum ber als ikki til longur at síggja stjørnurnar vegna ljósdálking og luftdálking. Tann trupulleikan hava vit ikki í Føroyum enn.

Tí eiga tit hjá SEV at sløkkja sum mest av ljósunum í Húsahaga, eisini á koplingarstøðini. Latið okkum hava elektriskt ljós, har sum brúk er fyri tí.

Pól Jespersen   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo