Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Skjóttløðandi løðirstøðir kring landið, bíligir elbilar og lágir elprísir til grønar orkuloysnir eru týdningarmikil stig at elektrifisera føroyska samfelagið.

SEV fer at seta næstu løðistøðina upp á Kongabrúnni í Havn, har ein nýggj transformarastøð eisini verður bygd upp at sprongda hamrinum hinumegin vegin, sum m.a skal veita løðistøðini á havnalagnum nóg mikið av streymi. Síðani er í fyrstu atløgu ætlanina at seta løðistøðir upp á Flogvøllinum, í Eysturoynni, í Sandoynni og í Suðuroy.

Løðistøðin á Kongabrúnni, støðin í Klaksvík og hinar kring landið eru sonevndar Quick Charge, sum løða elbilin upp á 80 prosent eftir 20 minuttum. Tað er nógv skjótari, enn tær eldru løðistøðirnar megnaðu.

Samstundis er tað hugaligt at síggja, at landsstýrið fer at leggja lægri avgjøld á elbilar, soleiðis at teir verða bíligari enn bensin- og dieselriknu bilarnir. Hesum boðaði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, frá í svari upp á ein fyrispurning, sum hon fekk frá Ungdómstinginum, ið var í løgtinginum mánadagin og týsdagin.

Eisini vil Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum, geva SEV heimild at differentiera elprísinar í einari nýggjari prísskipan, sum í fyrstu atløgu verður á royndarstigi, har kundar, ið fáa sær hitapumpur og aðrar grønar orkuloysnir, fáa lægri elprísir. Útsøgnirnar frá landsstýriskvinnunum bera týðilig boð um ítøkiligar ætlanir, har landsstýrið og SEV draga somu línu.

Elektrifiseringin skal fara um alt landið, og her hevur tað stóran týdning, at land, kommunur og SEV hava eitt gott felags stev. Eg fegnist um, at orðingarnar í samgonguskjalinum um at halda grønu kósina, sum SEV legði fyri dagin í oktober 2014, tá vindmyllulundin í Húsahaga varð sett rakstur, síggjast aftur í ítøkiligum ætlanum hjá landsstýrinum.

Umboðandi Tórshavnar kommunu í nevndini í SEV, leggi eg dent á gott samstarv, og tað er greitt mín fatan, at viljin at ganga grønu leiðina er stórur hjá øllum pørtum, sum hava tikið lógvatak til frama fyri grønu Føroyum.

Bogi Andreasen, næstformaður í SEV-nevndini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo