Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Tekstlýsingar

Barnaverndarstovan søkir eftir løgfrøðingi. Løgfrøðingurin skal, saman við einum sosialráðgeva og einum sálarfrøðingi, røkja uppgávurnar hjá Barnaverndarstovuni.

Um starvið

Høvuðsuppgávurnar hjá løgfrøðinginum vera m.a. hesar:

⦁    At vegleiða barnaverndartænasturnar og geva teimum ráð í almennum spurningum um at viðgera barnaverndarmál

⦁    At undirvísa barnaverndartænastunum  um uppgávur teirra sambært barnaverndarlógini

⦁    At framleiða og dygdarmenna ymiskt skrivligt tilfar, m.a. vegleiðingar, leiðreglur og mannagongdir

⦁    At savna saman og umsita hagtøl fyri Barnaverndarstovuna, Barnahúsið og Fosturforeldraskipanina.

⦁    At gera ársfrágreiðing um virksemið hjá stovninum

Førleikakrøv
Løgfrøðiligt embætisprógv er eitt krav, eins og viðkomandi starvsroyndir verða mettar høgt.

Kunnleiki til og áhugi fyri barnavernd og fyrisiting eru fyrimunir, eins og kunnleiki til viðkomandi lógir, faklig krøv og standardir á økinum.

Tú ert samstarvssinnað/ur og hevur semjusøkjandi hugburð, samstundis sum málini verða viðgjørd á einum fakliga høgum støði. 

Tú dugir væl og virðismetir hetta at samskifta við ymiskar myndugleikar, og tú ert før/-ur fyri at arbeiða undir einum ávísum trýsti. Tú ert fúsur at taka eitt eyka tak, tá á stendur, og tað fellur tær lætt at arbeiða sjálvstøðugt.

Tú dugir sera væl at orða teg á føroyskum og væl á enskum máli, bæði skrivliga og munnliga.

Løn og setanarviðurskifti
Løgfrøðingurin vísir til leiðaran á Barnaverndarstovu Føroya.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.

Starvið er fulla tíð, og verður sett so skjótt, sum til ber

Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og viðkomandi skjølum skal sendast til:

Barnaverndarstovu Føroya
R. C. Effersøesgøta 26
FO-100 Tórshavn

Ella umvegis teldupost á ob@bvs.fo

Umsóknin skal vera Barnaverndarstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 23. oktober 2019, kl. 12.00.

Fleiri upplýsingar
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið ber til at venda tær til Oddbjørg Balle, leiðara á Barnaverndarstovu Føroya á tlf. 225696 ella til Eyðun Christiansen, stjóra í Kommunufelagnum á tlf. 282480.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo