Summi spreiða gleði allastaðni har tey koma. Onnur, tá tey fara
- Oscar Wilde
local.fo

News in English

Krutl

John William á Facebook: Eg haldi at løgmaður átti at sett Føroyar á hægsta tilbúgvingarstig áðrenn Bárður, Jørgen Niclasen og Jenis undirskrivað samgonguskjalið, tí á Facebook eru tey reyðsprongdu í Havn so uppøst, at veruligur vandi er fyri ógvusligum og álvarsomum avleiðingum. Reyðsprongd hava ofta lágt blóðtrýst, høgt blóðsukur og tola illa at blóðtrýsti hækkar bráddliga. Tá hjartalæknin er á Suðuroyar Sjúkrahúsið átti Atlantic Airways at biði um at fingið tyrlur úr Skotlandi, at hjálpt til við at flyta reyðsprongdar sjúklingar úr Havn til Suðuroyar Sjúkrahús.

Eitt alternativ er sjálvandi Klaksvíkar Sjúkrahús, men ilt er at meta um hvussu skirvisliga sálarliga heilsan hjá reyðsprongdum ávirkast av at vakna á Klaksvíkar Sjúkrahúsið....

Undirskrivingin av samgonguskjalinum átti at verið flutt til eitt meira trygt umhvørvi í Klaksvík.

Nógv fundarvirksemið hevur verið í KVF eftir at vaúrslitið fyrilág. Sum eina neyðloysn í eini roynd at tekkjast komandi mentamálaráðharra hevur Kringvarpið arbeitt døgnið runt við at umbygt ein buss, sum skal koyra kring landið og filma tey innføddu. Stjórin boðaði frá at "bussurin skuldi koyra kring alt landið og senda tilfar hvønn yrkadag til Havnar. KVF væntar at tíðindini á bygd skulu standa klár til at verða filmað, so hvørt bussurin finnur út til ymisku landslutirnar. Ætlanin var at bussurin skudi fara sín fyrsta túr úr Havnini mánadagin, men av tí at tey trý starvsfólkini á tíðindadeildini, sum vunnu.... øh.... rættari sagt - taptu - lutakast um hvør skuldi við bussinum - bráddliga vóru sjúkrameldað, varð hetta útsett til komandi mánadag. Fyrsti túrurin gongur til Klaksvíkar har steðgað verður við Maverik har Tóri á Túri skal lyfta Símun á Høvdanum...... Síðani verður farið norður á Stengurnar at kanna um tað ikki er djóraplávarrí at noyða tann serstaka toskin á Føroyabanka at svølgja harðar goggur - fyri at bíta á línu sum primitivu veiðumennirnir seta...

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo