Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál
Politikkur

Fíggjarnevndin legði herfyri sítt álit fram viðvíkjandi uppskotinum um grannskoðan av almennum roknskapum.
 
Løgtingsgrannskoðararnir, Uni Rasmussen, Djóni Nolsøe Joensen, Rósa Samuelsen og Beinta Løwe Jacobsen, hava lagt málið fram 12. november 2019 og eftir 1. viðgerð 27. november 2019, er tað beint Fíggjarnevndini.
 
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 13. desember 2019, 22, 23. og 31. januar 2020.
 
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, landsstýrismannin í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen, og løgmann, Bárð á Steig Nielsen.
 
Undir viðgerðini er komið fram, at nøkur av afturvendandi viðurskiftunum, sum løgtingsgrannskoðararnir hava víst á, eru komin í rættlag.
 
Nevndin heldur tó fast við, sum víst á í viðgerðini av undanfarnum landsroknskapum, at løgmaður eigur at seta landsstýrisfólkunum tíðarfreistir fyri, nær írestandi viðurskiftini skulu fáast í rættlag.
 
Grannskoðararnir vísa á nógv ymisk viðurskifti, sum ikki eru nøktandi, harav nøkur verða átalað harðliga.

Nevndin tekur undir við hesum átalum og heldur, at avvarðandi landsstýrisfólk eiga at arbeiða miðvíst fyri at fáa hesi viðurskifti í rættlag, um tey ikki longu eru rættað.

Nevnast kunnu hesi dømi:

- at landsroknskapurin ikki er fullfíggjaður, m.a. tí at nakrir stovnar og grunnar eru ikki við í fíggjarlóg, landsroknskapinum ella í fíggjarstøðuni og at tølini í fleiri roknskapum eru ikki í samsvari við landsroknskapin, 

- at týðandi játtanarreglur verða ikki tiknar í álvara, t.d. brýtur fíggingarleisturin í sambandi við Orkutøk grundleggjandi reglur í játtanarlógini og roknskaparlógini, 

- at Landsverk skuldarbindur landið við langtíðarleigumáli, sum roknskaparliga eigur at verða viðgjørt sum keyp,

- at síðani 2012 hevur ógreiða verið, hvørt avlop av óbrúktari játtan hjá Granskingargrunninum skal fella aftur til landskassan,

- viðmerkingarnar frá Landsgrannskoðanini og privatu grannskoðarunum í sambandi við lønir, m.a. at tíðarskrásetingin er ikki nøktandi, og at lønir verða goldnar sum keyp av tænastum í staðin fyri sum løn, 

- at alt ov fáir stovnar hava gjørt váðameting, tíansheldur verksett KT-trygd sum mótsvarar váðunum. Vandi er tí fyri, at upplýsingar hjá almennum stovnum ikki verða handfarnar rætt, umframt at leiðslurnar ikki varnast møguliga misnýtslu av upplýsingum, ella at møgulig misnýtsla ikki verður fyribyrgd. Vísandi til frágreiðingarnar hjá Landsgrannskoðanini og privatu grannskoðarunum mæla Løgtingsgrannskoðararnir til góða atgongdarstýring/brúkarastýring, at trygg viðgerð (vernd) er av persónsupplýsingum og viðkvomum persónsupplýsingum, og at stovnar eru varnir við at goyma upplýsingar á t.d. cloud loysnum,

- at fíggjarstýringin av verkætlanini Landssjúkrahúsið, útbygging, hevur ikki verið nøktandi, og at útreiðslurnar til verkætlanina verða nógv hægri enn ætlað,

- at grannskoðarin tekur fyrivarni í roknskapinum hjá Viðgerð uttanlands, Sjúklingahotellið Tórshavn, Landssjúkrahúsið, útbygging, og Serstakur sjúkrahúsheilivágur.
 
Við hesum viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo