Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Innlendis ítróttur

FSF: Tilsamans 19 mál vórðu skoraði í teimum sjey dystunum, tá 1. umfar í steypakappingini hjá monnum varð spælt flaggdagin, mikudagin 25. apríl.

Og úrslitini háttaðu seg soleiðis, at AB, B36, Skála, TB/FCS/Royn, B71, EB/Streymur og HB, saman við Víkingi, spældu seg víðari til fjórðingsfinalurnar, sum verða 10. mai.

Í fjórðingsfinalunum hittast liðini soleiðis: HB – B71, Víkingur – TB/FCS/Royn, B36 – Skála og AB – EB/Streymur.

Í sjónmiðlinum niðanfyri ber til at síggja øll málini sum blivu skoraði í 1. umfari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo