Trúgv teimum sum siga seg leita eftir sannleikanum. Ivast í teimum sum siga seg hava funnið hann
- André Gide, franskur rithøvundur
Innlendis ítróttur

Herfyri var HM steypið á vitjan, og nú kemur eitt annað forkunnugt steyp á vitjan, nevniliga Løgmanssteypið.

Mikudagin 30. mai verða fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið spældar. Báðir dystirnir verða í Gundndali í Havn. Klokkan 16:30 tekur HB ímóti AB, og klokkan 19:15 fær B36 vitjan av suðuroyingum.

Í samband við hesar báðar hálvfinalur vitjar sjálvt Løgmanssteypið í No12 á Tórsvølli, har møguleiki verður at taka mynd saman við steypinum. Tiltakið í No12 verður frá klokkan 15:30 til 19:00.

Seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða mikudagin 13. juni. Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 25. august klokkan 19:45.

Løgmanssteypið, ið spælt verður um nú, varð fyrstu ferð kappast um í fjør. Tá vann NSÍ 1-0 í finaluni móti B36.​

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo