Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Lesarin skrivar

Eitt fyribrigdi, sum rættiliga fá hava givið sær far um, er, akkurát hvørjir føroyingar gráta, larma og knarra allarmest um, hvussu ræðuligt tað er hjá catalonarum, sum ikki kunnu fáa loysing frá tí "illavorðna" Spanien.

Nógvir av hesum mælsku monnum krevja stálsettir, at tað skal vera meira demokrati í Spanien.

Men hvussu var nú attitudan hjá júst HESUM monnum til fyribrigdið "demokrati" í 1970unum og 1980unum?

Ja, vit minnast nógvar av teimum háða og niðurgera allar demokratiskar rørslur, meðan teir stórfagnaðu teimum allarflestu diktaturum, bara tey vóru kommunistisk.

Idolini vóru Enhver Hoxha, diktator í Albanien, Fidel Castro, diktator á Cuba, Pol Pot, diktator í Cambodja, Mao Tse Tung, diktator í Kina.

Øll hesi bølmenni vildu ikki vita av nøkrum formi fyri demokrati, teir ráddu í brutalum einaveldis-statum.

Summir av teimum vóru reelt massamordarar, og fólkið varð harðliga kúgað og jagstrað.

Eingin av teimum føroyingum, sum styðjaðu hesi ræðuligu diktatur, kravdu nøkur rættindi fyri tey jagstraðu og forfylgdu.

Teir vanvirdu orðið DEMOKRATI.

Vit royndu onkuntíð at debattera við teir um demokrati. Tað var sum at vísa hundi brand.

Er tað so annað enn ynkiligt hyklarí, tá ið júst hesir ovurhugaðu diktatur-tilhangarar nú gráta fesk krokodillutár um manglandi "demokrati" í Catalonien.

Teir tagdu, tá ið teir skuldu havt talað at teimum kynisku diktaturunum, og teir kravdu als einki demokrati tá.

So er tað alt for seint nú at hóreiggja sær sum sonevndur demokratur.

Tað er heldur eingin samanlíkning millum Catalonien og teirra terror-diktatur-fyrimyndir í síni tíð.

Teir eru ikki kommunistar longri, men eirindaleysir nationalistar og hava nú loysing á skránni í staðin fyri revolutión.

Teir eru ikki kommunistar longri, men eirindaleysir nationalistar.

Onkur rebellur er fongslaður í Catalonien fyri landasvik, men eingin er píndur ella dripin.

Tað er sanniliga munur á støðuni har og so í Albanien ella Cambodja, tá ið føroyskir kommunistar marcheraðu í Fælled-parkini í Kjøpinhavn.

Tað hevði tí klætt hesum dupultmoralsku hyklarum at gingið spakuliga við teimum politisku hurðunum og steintagt!

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo