Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Onnur tíðindi

Løgreglan í Perth í Australia leitar eftir trimum kvinnum eftir ein heldur óvanligan stuldur.

Myndirnar á vakmyndatóli vísa tríggjar kvinnur á veg inn í pornohandilin Libido í Perth sunnudagin um middagsleitið lokala tíð.

Tað skrivar millum annað Perth Now.

Daily Mail Australia hevur sambært Ekstrablaðnum tosað við eigaran av Libido, Garry Smith. Hann greiður frá at ein av dildo'num sum kvinnurnar fóru avstað við, kostaði umleið 1220 krónur. Tilsamans var stjolið fyri um 4000 krónur av dildo'um.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo