Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

- Politiið í Føroyum hevur avgjørt at byrja kanningararbeiði móti EIK Banka í samstarvið við Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet. Kanningararbeiði skal geva grundarlag fyri at meta, um tað kann reisast eitt revsimál móti bankanum fyri skattaundandrátt, sigur fútin John Kølbæk í fráboðan.

- Tað verður sett eitt serligt toymi av løgreglufólkum úr Føroyum og serfrøðingum frá Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet. Toymið skal kanna fráboðanina frá Taks um, at EIK Banki (nú P/f Betri Banki) í 2011/2012 royndi snúgva sær undan skatti fyri milllióna upphædd.

- Stóri samfelagsligi týðningurin av málinum ger, at alt verður gjørt fyri, at grundarlagið at meta um málið verður so gott sum yvirhøvur gjørligt, sigur fútin.

- Taks meldaði EIK Banka til politiið tann 21. september 2017, eftir at Bárður Larsen hevði kannað, hvat fór fram viðvíkjandi sakarviðgerðini av sjálvuppgávuni hjá bankanum fyri árið 2011. Bankin er undir illgrunað fyri at brot á skattalógina § 139 um skattaundandrátt.

- Málið er bæði faktuelt og løgfrøðisliga sera fløkt. Tí eri eg glaður fyri, at Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet hevur játtað at hjálpa til við kanningararbeiðnum. Tey eru von við at kanna og meta tey allar størstu og mest fløktu fíggjarligu revsumálini, so tað verður ein stór hjálp í hesum málinum.

- Við atliti til kanningararbeiðið kann eg ikki upplýsa nærri um málið og hvussu langa tíð kanningararbeiðið tekur. Eg skal tó undirstrika, at málið hevur eina høga raðfesting sum fylgi av tí samfelgsliga týðningi, málið hevur, sigur fútin John Kølbæk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo