At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Løgreglan gevur flutningsfyritøkum loyvi at steðga ferðsluni uttan at løgreglan er á staðnum, tí at teir hava ikki tíð til tað.

Tað var svarið sum eg fekk frá løgregluni í gjár, tá ið eg skuldi koyra gjøgnum tunlarnar Norður um Fjall.

Tað skulu flytast í minsta lagi 50 stórar lastir ígjøgnum.

Alt verður gjørt mitt á degi, tá ið ferðslan er størst.

Her eru nakrir spurningar sum kanska eru áhugaverdir at seta:

Hvat ger løgreglan um eitt óhapp hendir norðanfyri?

Hvat ger sløkkiliðið um eitt óhapp hendir norðanfyri?

Hvat ger sjúkraflutningstænastan um óhapp hendir norðanfyri?

Er nakar planur yvirhøvur?

Eg meti at hetta er eitt álvarsmál, at løgreglan í Havn gevur flutningsloyvi uttan at kenna umstøðurnar.

Norðingur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo