Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Tey, sum komu til Føroya leygarkvøldið umvegis Vága Floghavn, løgdu helst merki til, at løgreglan var á staðnum og kannaði eftir, um nakar hevði smuglað rúsevni við til landið.

Vanliga er hetta eitt arbeiði hjá Tollvaldinum, men er løgreglan nú farin undir eitt miðvíst átak ímóti rúsevnissmugling.

Við VP sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn, at talan ikki er um, at tollvaldið ikki ger eitt nóg gott arbeiði.

VP spyr, hví løgreglan ger eitt arbeiði hjá tollvaldinum, og leggur vakthavandi í hesum sambandi dent á, at løgreglan og tollvaldið í hesum føri samstarvaðu í einum átaki ímóti rúsevnissmugling.

- Samstarv er gott. Vit seta prís uppá at kunna samstarva, og tað er eisini betur, tá man ikki stendur einsamallur, og tá tað eru fleiri hendur, sum hjálpast at. Hetta hevur einki við tað at gera, at innsatsurin hjá tollarunum liggur eftir, tí teir gera eitt fantastiskt arbeiði, sigur vakthavandi við VP.

Vakthavandi leggur aftrat, at tað í heila tikið er vanligt, at ressursir verða settar av til at koma rúsevnum til lívs, og at løgreglan roynir at vera nógv úti um seg til tess at basa rúsevnissmuglarum - á flogvøllinum í Vágum, á keiini í Havn og sum heild úti á gøtuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo