Tað gagnar lítið at kenna prísin á øllum, um ein ikki kennir virðið á nøkrum
- Albert Einstein
Onnur tíðindi

Klokkan 02 í nátt var ein maður álopin av tveimum øðrum monnum í Miðbýnum í Havn.

Løgreglan veit hvørjir gerningsmenninir eru, men eru teir ikki avhoyrdir enn. Gerningsmenninir eru gamlir kenningar hjá løgregluni.

Maðurin, sum var tilvildarliga álopin, er avhoyrdur og hevur eisini verið kannaður av lækna, sigur Vakthavandi.

Løgreglan hevur eisini fleiri vitnir at avhoyra í sambandi við harðskapsmálið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo