Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Kringvarpið visti fyrr í dag at siga, at løgreglan hevur fingið umleið 50 skaðafráboðanir í illveðrinum í dag.

John Olsen, vakthavandi á politistøðini, segði við Kringvarpið í dag, at fleiri tekjur eru farnar í Norðragøtu.

Hann segði eisini, at løgreglan hevur móttikið skaðafráboðanir kring alt landið.

Finn Hansen, átaksleiðari í Norðoyggjum, helt fyri við Kringvarpið í dag nakað fyri middag, at tað tá leikaði serliga hart á í Viðareiði.

Løgreglan heitir á fólk um at sjálvi herberga lutum, sum fúka í vindinum - eitt nú við at leggja grót á.  

Stutt fyri klokkan eitt í dag visti in.fo at siga, at í Fuglafirði hava umleið 30 skaðafráboðanir verið.

Fyrr í dag ráddi løgreglan fólki frá at fara út í Norðragøtu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo