Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Síðsta summar vakti tjóðveldispolitikarin Páll á Reynatúgvu ein vissan hvøkk í fleiri staðni í Tí danska Ríkinum við at hann noktaði at eta saman við hennara hátign drottning Margretu, sum var og vitjaði Føroyar og alt Føroya fólk.

Hon beyð honum sum løgtingsformanni og sum symbolskum umboði fyri Tað føroyska Fólkið, og ikki sum Pálli av Reynatúgvu ella loysingarmanni.

Formanssessurin á Løgtingi eigur at vera eitt embæri við tign og virðing, ájavnt við løgmanssessin.

Reynatúgva var og ER enn løgtingsformaður og átti tí at umboða ALLAR føroyingar, - ikki bara republikanarar, men eisini royalistar og ríkisfelagsfólk, óansæð um honum dámdi drottningina, ella hvat hann helt um hana.

Hann átti stutt sagt at duga fólkaskikk og vita, at hann sat í einum symbolskum sæti fyri ALLAR føroyingar, og tað krevur tign, dannilsi og verdugan atburð.

Men hann dumpaði, bæði sum parlamentarikari, løgtingsformaður og hampa-fólk.

Hann vísti seg sum ein ússaligan heimføðing og ein ófólkaligan kulturloysing. Hann gjørdi seg sekan í ærumeiðing móti drottningini - tað er háðan av hennara hátign!

Sjálvur helt hann seg vera øgiliga raskan, og hann er so primitivur, at hann reypaði av, at hann ikki fór til borðs saman við  drottningini.

Seinni havi eg frætt, at sjálvt millum "trúgvandi" tjódveldisfólk helt man atburðin hjá løgtingsformanninum vera uttan fyri alt rímuligt sømdar-mark.

Nógv fólk høvdu væntað, at hetta fekk avleiðingar fyri Reynatúgvu, sum sjálvandi átti at verið settur frá sínum embæti longu á Ólavsvøku í fjør, men als einki hendi.

- Man darlar bara skammleyst víðari við einum formanni, sum eingin kann taka í álvara. Flestu fólk  halda hann bara vera eitt neyðars óargadýr.

Frammanundan hevur "formaðurin" eitt ikki liðugt avgreitt civilt sakarmál, har Arnfinn Rubek Nielsen, sáli við bæði almennum plakatum, blaðskriving, útvarpssamrøðum, telefonpráti og fundum legði Reynatúgvu  undir grovt svik og fíggjar-brotsverk móti sær á Sandi.

Arnfinnur hevði annars ætlað at brúkt restina av síni ævi uppá at dokumentera, hvussu moralskt óskikkaður Reynatúgvumaðurin er til at sita í nøkrum almennum embæti.

Málið er vælkent um alla Sandoynna og av rættiliga nógum fólki í Havn.

Hvussu skal ein maður við so ringum vandli og lágum moralskum umdømi sleppa at verða valdur sum parlaments-formaður?

Páll á Reynatúgvu gjørdi seg í fjør sekan í tí, sum donsk lóg karakteriserar sum "majestætsfornærmelse".

Eg loyvi mær at citera nøkur brot úr danskari lógartekst:

"Handlinger, der kan begrunde majestætsfornærmelse, er de samme som de almindelige ærekrænkende handlinger – nemlig efter straffelovens § 267".

§ 267 er soljódandi:  
"Den, som krænker en andens ære ved fornærmelige ord eller handlinger eller ved at fremsætte eller udbrede sigtelser for et forhold, der er egnet til at nedsætte den fornærmede i medborgeres agtelse, straffes med bøde eller fængsel indtil 4 måneder".

Majestætsfornærmelse er derfor blot en skærpning af strafferammen for æreskrænkelser.

Vit appellera tí til løgmann, sum sjálvur er juristur um at fáa henda charlatanin riknan burtur úr tingformanssessinum í seinasta lagi, áðrenn Ólavsvøku-tingsetuna.

Okkara kringvarparar hava friðað henda politiska charlatanin og ongantíð borað í, hvussu langt man kann fara við at fornerma eina drottning, sjálvt um man er ein óuppdrigin og primitivur tjóðveldismaður?

Ti mugu vit appellera til løgmann, sum sjálvur er juristur og veit, hvar markið gongur fyri sømdir og góðan sið.

Vit mugu vænta og krevja, at Aksel løgmaður í seinasta lagi, áðrenn Ólavsvøku-tingsetuna, skræðir Páll  av Reynatúgvu burtur úr løgtingsins "tignarsessi" og sendir hann aftur til Sands at skamma seg.

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo