Seint hugsað er ikki altíð væl hugsað
- V. Poulsen
Politikkur

Næsta týsdag verður fyrsti tingfundur eftir jólafrítíðina.

Á skránni er pensjónsnýskipanin, sum henda landsstýrissamgongan hevur sett sær fyri at fremja.

Mikudagin koma ætlaðu broytingarnar í alilógini til fyrstu viðgerð. Eisini uppskotið um at loyva frádrátt í skattskyldugu inntøkuni fyri limagjald til fakfelag fær fyrstuviðgerð.

Og hósdagin er tað kanska aftur tey bleytu virðini sum verða tikin fram. Uppskotini um at byggja barnaheim, vardar bústaðir og umlættingarheim til børn og ung við autismu fáa øll fyrstuviðgerð.

Eisini fer Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, at svara spurningi frá Ingolfi Olsen, tingmanni, um tilboð um røkt til borgarar undir 67 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo