Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Politikkur

Fleiri tingmál koma til 1. viðgerð á tingfundinum sum byrjar klokkan 10 í dag.

Eitt er uppskotið hjá Henrik Old, landsstýrismanni, sum snýr seg um at leingja barsilsskipanina við tveimum vikum og at leggja eftirlønargjaldið oman á barsilsútgjaldið.

Eyðgunn Samuelsen vil broyta lógina um ískoyti til fíggjarliga veikar familjur, so pør ikki, sum nú, vera fyri mismuni, ella í øllum førum fáa lutfalsliga meira enn tey gera í dag.

Sambandsflokkurin hevur uppskot um at hækka grundupphæddina í fólkapensjónini aftur til tað, sum hon var lækkað við 1. januar 2016. Eisini hevur flokkurin uppskot um viðgerðartrygd fyri allar føroyingar. Uppskotið sigur, at ongin skal bíða longri enn í ein mánaða eftir at sleppa framat viðgerð í heilsuverkinum. 

Og uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir um at limir í fakfeløgum skulu sleppa at draga limagjaldið frá í skattskyldugu inntøkuni kemur eisini til 1. viðgerð á løgtingsfundinum í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo